fbpx

Gleðiligar páskir í Jesus navni! Kristus er uppstaðin!

Í 2. Sám 12,23 lesa vit: ”Men hví skal eg fasta nú, tá ið tað er deytt? Man eg fáa tað at koma aftur? Nei, eg fari til tess; men tað kemur ikki aftur til mín!”

Hetta er Dávid kongur, sum sigur hesi orðini. Samanhangurin er, at Dávid hevði drivið hor við Batsebu, og hon var vorðin við barn. Afturat hesum hevði Dávid eisini skipað soleiðis fyri, at maður Batsebu kom at doyggja í bardaga.

Tað vil siga, at Dávid hevði bæði drivið hor og framt manndráp, og alt hetta varð avdúkað av Guði, gjøgnum profetin Nátan. Við eini søgu vísir hann Dávidi á, at hann er sekur í synd og tí átti at doyggja. Men Guð miskunnar Dávidi, men tó fær syndin ta avleiðing, at sonurin, sum Batseba føddi, doyði.

Tað er í hesum sambandi, Dávid sigur hesi orð, sum vit lósu.

Hesi orð siga nakað um páskini, sum vit minnast í dag.

”man eg fáa hann aftur?” spyr Dávid, nú sonurin var deyður. Nei, svarar Dávid sjálvur aftur ”eg fari til tess (hansara); men hann kemur ikki aftur til mín!”.

Dávid hevði eina uppreisnarvón. Sonurin var deyður, og Dávid skuldi doyggja, og tá skuldu teir síggjast aftur.

Sjálvt um Dávid livdi fleiri 100 ár áðrenn Jesus, sum vann endaliga sigurin á deyðanum, so livdi Dávid í hesi vón, at einaferð skuldi ein kongur koma, sum skuldi verða kongur allar ævir, bæði í hesum lívi og tí æviga.

Dávid doyði og legðist til hvíldar hjá fedrum sínum. Men seinni kom Jesus, sum Dávid eisini hevði fingið profeterað um, tann kongurin og ríkið, sum skuldi standa við allar ævir. Jesus doyði, men legðist ikki til hvíldar hjá fedrum sínum. Nei, hann reis upp aftur, og er tí frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur (1. Kor. 15,20).

Tí kunnu vit við gleði rópa út ”Jesus er uppstaðin, og hann livir”. Hetta er páskaboðskapurin.

Deyðin nú vigin fíggindi er,
Jesus hans makt hevur sorlað,
ormurin fekk sín bana her,
høvur hans sundur morlað.

Halda vit nú tí sigursfest,
gleðast, tí lívið skal valda.
Frelsari tøkk, at grøv tú breytst,
hon tær ei kundi halda!

(Sálmur 203 v4-5)

Gleðiligar páskir í Jesu navni øll somul.  

  •  
  •  
  •  
  •  
  •