Tiltøk í missiónshúsinum byrja aftur

Eftir tilmæli frá myndugleikunum, har kirkjur og samkomur kunnu samla upp til 100 fólk, við 2 metra frástøðu, kunnu vit varliga byrja virksemi aftur í missiónshúsinum.

Komandi mikukvøld, 6. mai kl. 19.30, verður mikukvøldsmøtið við Torleif Johannessen.

Bíbliutímin verður tí hildin í salinum. Fólk vera biðin at hava Missiónssangbók og Bíbliu við.

Meira verður at frætta, her á heimasíðuni, hvussu verður við øðrum tiltøkum.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.