Útimøti sunnudagin 28 juni.

Lýst var við útimøti sunnudagin 28 juni, um veðri loyvid tí.

Tað sá einki út við veðrinum henda sunnumorgun, men sum dagurin gekk, bleiv betri veður, og var tí avgjørt at hava útimøti sum ætla.

Møti var til vanliga tíð, kl. 18.00, og vóru vit stødd omanfyri egningaskúranar. Hetta var ein góð løta, har vit hoyrdu Guðs orð frá Jaspur Langgaard, og har vit sungu sangir, bæði til stór og smá, saman.

Eftir møti fingu vit ein góðan drekkamunn.

Uppmøtingin var góð. Nakrir stólar vóru settir upp, og nøkur sótu í bilunum og lurtaður.

Her eru nakrar myndir frá møtinum.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.