TeenStreet 2020

Sum tit nokk vita, verður onki TeenStreet í Týsklandi í ár. Men ístaðin fara vit at hava TeenStreet í missiónshúsinum! 😃 Vit á Toftum fara at hava Teenstreet saman við teimum á Glyvrum, Rituvík og Æðuvík í Missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Hetta verður mega gott! 😉 Líkasum á TeenStreet í Týsklandið fara vit at hava bíbliutímar, andaktir, lovsong og nógv annað gott. Vit fara eisini at hava áhugatímar, spøl og ymiskar kappingar.
Av korona koma vit ikki at sova í missiónshúsinum, men møtast í missiónshúsinum á middegi.
TeenStreet verður frá 4. august til 8. august, og tilmeldingar freistin er longu 12. juli. So tað er bara at skunda sær at melda seg til TeenStreet 2020.
Prísurin fyri at luttaka á TeenStreet 2020 er 500 kr.
Skriva til ‘Tabor ungdómur’ facebook síðuna:
  • Navn
  • Føðidato
  • Telefonnummar
  • Teldupost
  • Navn á foreldur / verja
  • Telefon hjá foreldur / verja
  • Teldupost hjá foreldur / verja
So tað er bara at melda seg!

Similar Posts