Tabor fingið nýtt búmerki

Tað vit síggja í búmerkinum

– Eina bók
– Eitt fjall
– Ein sirkul
– Eina grøv
– Eina bók

FRÁGREIÐING

Krossurin

Krossurin vísir á, hvat vit byggja okkara grundarlag á. Jesus Kristus krossfestan og upprisnan

 

Fjallið

Hetta elementið kann ímynda trý ting.
Eitt fjall – tað er nærliggjandi at síggja tað sum Golgata. Men tað kann sjálvandi eisini vera Tabor.
Eina grøv – Grøvin er tóm, Jesus er upprisin.
Ein bók – Bíblian, Guðs orð til mannaættina, sum undirbyggir Jesu lív og læru.

 

Kringur (sirkul)

Ringurin ímyndar trý elementir.

1. Kristni felagskapurin.

2. Altarringurin. Hann hevur eina sjónliga hálvu, og eina ósjónliga hálvu ið fer røkkur inn í ævinleikan.

3. Ringurin er ikki heilur. Tað er bara ein vegur til Kristus‚ hann er gjøgnum hansara verk á krossinum.

Liturin

Reyði liturin umboðar Jesu blóð og kærleika. Frelsan er reyð, tí hon kostaði Jesu blóð, og kærleikin er reyður, tí hann gongur út frá hjartanum.

Similar Posts