Barnaringurin byrjar aftur

Góðu tit øll.

Nú fara vit at byrja aftur í barnaringinum. Barnaringurin er fyri børn frá 5 ár til og við 7. fl., og verður barnaringur hesi kvøld:

  • 7. okt.
  • 21. okt.
  • 4. nov.

Vit byrja kl. 17.30, har barnakórið venur nakrar sangir saman, og har vit hoyra um Jesus, sum er besti vinur okkara.

Síðani spreiða vit okkum runt í missiónshúsinum í bólkum, har vit fara at gera ymiskt handaligt saman. Korona tilmælini verða fylgd. T.v.s., at børnini fylgjast í teimum flokkum, sum tey ganga í, og annars verður spritt tøkt, og børn og vaksin verða mint á at halda fjarstøðu.

Verið hjartaliga vælkomin í barnaring.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.