Stórmøtini víst í Tabor

Komandi vikuskifti, 6.–8. november, vera árligu Stórmøtini hjá Heimamissiónini.

Sum kunnugt hevur leiðslan í Heimamissiónini avgjørt, at eingi møtir vera, har fólk kunnu samlast, vegna Korona smittuvandan. Tí vera møtini “flutt” út á internetið, har ein kann fylgja við á trubodin.fo og á Facebook.

Tabor hevur valt at lata missiónshúsið, upp so at fólk á staðnum hava møguleika at samlast sum meinigheit, har ætlanin er at vísa møtini, ungdómsløtunar og Simbahitt á stórskýggja.

Tiltaki kl. 14.00 leygardagin, verður IKKI víst, men sjálvandi er møguleiki at sita heima og hyggja.

Kaffi verður at fáa eftir møtini.

Skráin 

Fríggjadag 6. november
kl. 19.30 STÓRMØTI “Ver í Kristi” 
Frits Thomsen, talar
Sangframførsla við Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir
kl. 22.00 UNGDÓMSLØTA
Andrias Magnussen talar
Sangframførsla við Annu Lovisu og Tummas Paula Mýri og ung úr Eliaskirkjuni
Leygardag 7. november
kl. 14.00 Formansfrágreiðing við Símun P. Jacobsen
Arbeiðsfrágreiðing við Andrias Magnussen
kl. 19.30 STÓRMØTI “Vaks í Kristi”
Jógvan Højgaard, talar
Sangframførsla við sangbólki av Skálafjørðinum
kl. 22.00 UNGDÓMSLØTA
Jákup Justinussen, talar
Sangframførsla við Borgfríð og Harald Fonsdal Johannesen
Sunnudag 8. november
kl. 14.00 SIMBAHITT
Malan Kjærbo hevur bíbliutekst
Sangframførlsa við kórleiðarum frá Sangfagnaðinum
kl.18.00 STÓRMØTI “Virka í Kristi”
Símun P. Jacobsen, talar
Sangframførsla við Jónhild og Petur Hans.

 

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.