Ein øðrvísi morgindagur.

Morgindagurin verður nakað øðrvísi, tá ið tað kemur til tiltøkini í okkara missiónshúsið.

Sunnudagsskúli og møti eru til vanliga tíð, men vera vit fyri tað mesta áhoyrarar til tað sum verður víst uppá veggin.

Sum lýst áður, so er Stórmøti hjá Heimamissiónini hetta vikuskifti, men ikki er møguligt at samlast í stórum felagsskapi, so øll tiltøk sum vanliga eru á einum Stórmøti, verða send umvegis netið, so at vit eisini hava møguleiki at verða við uppá tann mátan.

So skráin í morgin sær soleiðis út

kl. 14.00, verður eitt Simbahitt sum verður víst á stórskýggja. Tað verður Malan Kjærbo sum hevur Bíbliusøgu, og eisini fara vit at hoyra sang frá kórleiðaranum á Sangfagnaðinum. Tá ið Simbahitti er liðugt, verður okkurt gott til børnini.

Møti er kl. 18.00, og verður víst á stórskýggja. Tað verður Símun P. Jacobsen sum kemur at tala, yvir evni “virka í Kristi”, og til hetta møti fáa vit sang frá okkara egnu Jónhild og Petur Hans.

So verðið vælkomin, til tvey eitt sindur øðrvísi møtir, í missiónshúsinum í morgin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.