Jólagáva til sjómannin.

Í nógv ár hava Sjómanskvinnuringanir gjørt jólapakkar, til okkara sjómenn sum eru burtur á jólum. Hetta er ein tænasta sum okkara sjófólk hava verði sera fegin um.

Aftur í ár verður henda tænasta gjørd av Sjómanskvinnuringum runt landið, og eisini her hjá okkum. Men tað er eisini møguleiki hjá øðrum, sjálvt um tú ikki kemur í nakran Sjómanskvinnuring, at lata eina gávu til okkara sjófólk.

Her hjá okkum er møguleiki at lata gávur inn í 3 støðum. Í missiónshúsinum,  í Nebo og hjá Navia, síðani verða pakkanir heintaðir av Sjómanstrúboðaranum, sum so ber pakkanar umboð á skipini.

Tað er ikki at bíða vit at lata pakkar inn, tað er fleiri skip sum eru uppá langfart, og tí er neyðugt at fáa jólapakkanar avstað so skjótt sum gjørligt.

Takk eisini fyri hesa tænastu í Guðs ríkis arbeiði.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.