Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Mariu, sum var mamma til Jesus, og Elisabeth sum var mamma til Jóhannes doyparin.

Til møti sum byrjar kl. 18.00, verður tað familjan Langgaard sum kemur at hava møti.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Similar Posts