Maðurin við arrinum – bókaumæli
Søgan fer fram í Noregi undir seinna heimsbardaga.
Bókin snýr seg um Selmar Salomonsen og spennandi hendingar, honum vóru fyri á sumri 1943. Tá var kríggj í næstan allari verðini. Týskland hevði tikið Noreg, og tí vóru nógvir týskarar har.
Selmar býr hjá pápa sínum og Karolinu í Billefjord. Hann gerst vinur við ein týskan hermann, sum eitur Herman. Men hann verður eisini vinur við ein russiskan fanga, sum eitur Nikolai. Tað er byrjanin til allar hendingarnar.
Ein bók, sum bæði børn og vaksin hava gleði av at lesa.
Her er ein stutt samrøða við Jóhan Henriksen, sum hevur týtt bókina.
Rithøvundur: Kari Vinje
Forlag: Góðaráð
Útgivin: 2018
Blaðsíður: 109
Bókin kostar kr. 120,00.