Lova Jesusi inn!

Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. Opb. 3,20

Ímynda tær títt hjarta sum eini lítil hús. Og hugsa tær, at Jesus kemur at vitja. Hvat fert tú at gera, tá ið hann bankar á dyrnar?
Hevur tú tíð at tosa við hann?
Biður tú hann koma aftur seinni?

Á jólum minnast vit, at Jesus varð føddur. Gud lat Jesus koma at búgva á jørðini, tí hann elskaði okkum. Jesus ynskir at sleppa  inn í títt lív og fylla teg við sínum kærleika.

Hann spyr, um hann kann sleppa inn í títt hjarta og búgva har altíð.

Vilt tú lova honum inn?

Úr andagtsbókini
”Signingar hvønn dag”

Similar Posts