Missiónsvikan 2021 – Leygardagur

Leygardagurin er tann stóri dagurin á okkara missiónsviku.

Vit byrja dagin longu kl. 10.00, har bjóða verður til ein góðan morgunmat, og eftir tað, til tað andaligu føðina, við einum bíbliutíma sum Torleif Johannesen kemur at hava fyri okkum.

Evni sum Torleif kemur at tosa um er “kærleiki – lýdni meiri enn kenslur”, út frá Jóh. 14,23.

Kl. 16.00 verður barnamøti, har øll bæði børn og vaksin eru vælkomin.

Møti verður kl. 19.30, men hálvan tíma áðrenn møti byrjar, er bønarløta í loftstovuni.

Til møti í kvøld, frá vit vitjan, bæði í talu og sangi.

Heri Kjærbo, kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og sang fáa vit frá Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir.

Tað er føðingardagur hjá missiónshúsinum í dag, so vit fara at siga takk fyri eina góða peninga gávur til húsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, til øll tiltøkini í morgin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.