Møtið og sunnudagsskúlin samstundis kl. 14.00

Stýrið fyri Tabor á Toftum hevur samtykt, at sunnudagin 21.febr. verða møtið og sunnudagsskúlin samstundis kl. 14.00. Ætlanin er, at henda skipanin skal roynast í eina tíð og verður síðani eftirmett, um møguligar tillagingar skulu gerast.

Tað hevur í drúgva tíð verið eitt ynski frá fleiri av teimum yngru familjunum um, at sunnudagurin verður meira samlaður, enn hann er í dag. Tað hevur verið sera trupult hjá hesum familjum at møta upp til ymisku tiltøkini bæði í kirkjuni og í missiónshúsinum. Víst verður á, at í verandi støðu eru flestu av hesum familjum noyddar at raðfesta, hvørji tiltøk tær ynskja at luttaka í.

Ætlanin er, at møtið verður í salinum kl. 14.00, meðan tey yngru børnini fara niður í kjallaran at hava sunnudagsskúla. Tey eldru børnini verða sum vanligt uppi í loftsstovuni.

Sunnudagsskúlin verður sum vanligt í uml. ein tíma. Síðani er ætlanin at ansa børnunum í uml. ein hálvan tíma til møtið er liðugt. Henda hálva tíman kunnu børnini m.a. tekna, spæla ymisk spøl, ella gera eitthvørt skapandi við teirra hondum.

Stýrið vónar, at tikið verður væl ímóti hesi broyting.

Við bøn um Guðs ríku signing yvir arbeiðið í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Stýrið

Similar Posts