fbpx

Fyrsta upplivilsið er sera gott við góðari uppmøting

Hetta var ein góð upplivingin, nú meinigheitin var samlað samstundis kl. 14.00 ein sunnudag. Smærru børnini høvdu sunnudagsskúla í kjallaranum og tey stóru børnini høvdu sunnudagsskúla á loftinum samstundis, sum møtið var á miðhæddini,- Tað sigur Olaf. .

-Sunnudagsskúlin er umleið ein tíma, og tá kunnu tey sum ynskja tað, fara heim.
Leiðararnir í sunnudagsskúlanum koma framyvir at skipa so fyri, at tey børn, sum bíða við at fara heim til møtið er liðugt umleið kl.15.30, kunnu gera ymiskt handaligt tann síðsta hálva tíman,- sigur hann.

-Tað skapar eina innari gleði, at fólk í øllum aldri eru samlaði undir sama taki samstundis. Aftaná gevur tað eisini góða samverðu millum aldursbólkarnar saman við einum drekkamunni,- sigur hann.

-So hetta fyrsta upplivilsi er sera gott og við góðari uppmøting. Tað er hugaligt at fólk eru jalig til broytingar, sum vónandi eru til fyrimuns fyri arbeiðið í missiónshúsinum. Hetta ger eisini tað, at til dømis barnafamiljurnar, sum til tíðir uppliva, at nærum ov nógv er á skránni sunnudagarnar, nú kunnu koma saman í kirkju og saman til sunnudagsskúla og møtið í missiónshúsinum kl.14.00,- sigur Olaf

-Hetta var ein góð løta, og hjá mær ger tað sama um tað er kl. 14.00 ella kl.18.00. Eg havi góða tíð og havi ikki smá børn, men nærum bara meg sjálva at hugsa um,- sigur 92 ára gamla Hannebeth Joensen. Tvíburðin Ingebeth var samd.

-Hetta var ein deilig uppliving fyri okkum sum familja. Eg haldi ikki tað órógvaði at fólk vóru á trimum hæddum samstundis. Vit eru ein familja á seks fólk, og í dag vóru fýra í kjallaranum, eitt á miðhæddini og eitt á loftinum. Jú hetta var ein góð løta,- sigur Janus Trúgvasson.

Skoytast kann uppí, at broytingin, at flyta møtið til kl.14.00 er ein fyribils skipan, sum skal takast upp til metingar, tá nakrir mánaðir eru farnir. Smávegis tillagingar eru óivað neyðugar og vera gjørdar so hvørt, sigur Olaf.

  •  
  •  
  •  
  •  
  •