Barnaringurin

Tøkk frá Útimissións Barnaringin – Renn fyri Jesus!

Í mong ár hevur tað verið siðvenja, at Barnaringurin á Toftum hevur havt burturluting fyri jól, har peningurin er farin til útimissiónina. Vegna korona var hetta ikki gjørligt í fjør, og valdi nevndin tískil at skipa fyri øðrvísi tiltøkum.

Fyri jóla varð skipað fyri bindiskeiði, har Sára Mrdalo og Navia undirvístu og stuðlaðu. Her komu kr. 17.000 inn, og takka vit hjartaliga fyri stuðulin og alla ta hjálp, ið vit fingu til tiltakið. Takk Sára og Navia fyri góðan stuðul.

Til páskar var møguligt hjá foreldrunum og avvarðandi at keypa tað, sum børnini so trúføst høvdu gjørt, og tá komu uml. kr. 10.000 inn. Eisini vilja vit takka tykkum øllum, ið á henda hátt hava verið við til at stuðla arbeiðinum í Barnaringinum. Takk til tykkum børn, foreldur og leiðarar, sum so trúføst hava møtt upp og hjálpt til.

At enda høvdu vit eisini stuðulsrenning fyri útimissiónina, har Áki Johannessen, Ovi Brim, Elsibeth Johannessen, Andrea á Regni Højgaard, Olga Johannessen og Ingi Johannessen tóku lut og runnu fyri okkum, og møguleiki var síðani at stuðla hesum rennarum. Til hesa stuðulsrenning komu uml. kr. 32.000 inn, og takka vit eisini av hjarta fyri hesar gávur, ið tit hava stuðlað Barnaringinum við. Takk til tykkum rennarar og til øll tykkum, ið vóru við til at stuðla og hjálpa til, so at hetta eydnaðist so væl. Sum ein av okkara trúboðarum tók til í eini heilsan, ið hon sendi Barnaringinum: So renna tit fyri Jesus, tá ið tit eru við í eini slíkari stuðulsrenning. Takk fyri tað.

Tilsamans komu uml. kr.  60.000 inn í vetur til Barnaringin, og tað er sera flott. Peningurin verður býttur út ímillum okkara trúboðarar og annað barnaarbeiđi úti í heimi, sum vit í Barnaringinum stuðla.

Stóra takk fyri øll somul, og Guðs signing verður ynskt tykkum øllum.

Nevndin fyri Útimissións Barnaringinum

Onnur tíðindi