Arbeiðsdagur 2019

Arbeiðsdagur í Tabor

Arbeiðsdagur verður í missiónshúsinum leygardagin 11. september.

Vit byrja kl. 09.00 við morgunmati, og fara so í holt við ymiskt sum krevur ábøtur.

  • Lyftan (elevatorurin) takast niður, so klárt verður at seta nýggju lyftuna í, seinni á árinum.
  • Echofonplátur monterast upp undir loftið í salinum (krevur stillads)
  • Vindskeiðini treingjast til ein umgang.
  • Reinsa takrennur
  • Lúka runt húsið,
  • Sláa gras
  • Hongslini á vindeygum smyrjast,
  • Vask setast upp í nýggja barna goymslurúminum
  • Um WC’ini vera liðug, so skal gerast (høvuðs)reint niðri í kjallaranum
  • Rudda burturkast úr kjallarúminum og (møguliga) á loftinum
  • Vaska trappurnar sunnanfyri fyri gróður.

Á middegi verður sjálvandi eisini ein góður døgverða biti at fáa.

Vónandi síggja vit nógv fólk til arbeiðsdagin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.