Frá stýrinum í Tabor

Í seinastuni eru rættiliga nógv fólk vorðin smittað av Korona, og myndulgeikarnir heita tí á øll fólk, um at vísa stórt varsemi.

Víst verður á, at smittan serliga ger um seg millum børn og ung, sum síðani bera smittuna víðari til tey vaksnu, sjálvt um tey eru koppsett.

Landslæknin hevur fyri kortum boðað frá, at støðan er álvarslig, og at tað er ringt at hava tamarhald á smittuspjaðingini í løtuni.

Tí verður mælt til, at øll hugsa um at halda reinføri og frástøðu, og ikki samlast í størri bólkum ella koma saman til størri sosial tiltøk.

Tí hevur stýrið í Tabor gjørt av, at eingin tiltøk, sum samla nógv fólk í Tabor, verða í tíðarskeiðinum 28. okt. – 7. nov. 2021.

Tó er ætlanin at skipa fyri møtum 31. okt. og 7. nov. kl. 14.00. Hesi møti verða stroymd, so tað verður ikki møguligt at møta í Tabor til hesi nevndu tiltøk.

Vh

Stýrið í Tabor

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.