Nú verður alment møti og sunnudagsskúli aftur
Nú fáa vit tað gleði, at kunna samlast aftur til møti og sunnudagsskúla.
So í morgin kl. 14.00, eru øll vælkomin á møti og sunnudagsskúla. Men samstundis minnast vit til at ansa eftir hvørjum øðrum.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus bleiv borðin niðan í templi at blíva umskorin.
Til møti fáa vit vitjan av Johild Finnsson Jacobsen, sum kemur at tala til okkara.