Missiónsvika – Leygardagur

Nú eru vit komin til næst síðsta dagin í missiónsvikuni í ár.

Dagurin byrjar longu kl. 10.00, við einum góðum morgunmati. Síðani fyri Alfred Olsen at hava ein bíbliutíma fyri okkum.

Kl. 16.00 verður barnamøti, har Petur Hans Hansen kemur at siga frá bíbliusøgu.

Kl. 19.00 er bønarløta í loftstovuni, og kl. 19.30 byrjar møti.

Til møti í annaðkvøld kemur Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini at boða Guð orð fyri okkum. Sang fáa vit frá familjuni Liljedal.

Áðrenn taluna, er møguleiki hjá børnunum upp til 5 flokk, at fara í barnaansking.

Kvøldið endar við eini lovsongsløtu kl. 22.00.

Vit síggja fram til ein góðan og ríkan dag, har vit øll, børn sum vaksin kunnu verða saman um Guð orð.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.