Morgun kaffi við døgverða.

Hósdagin 5 mai, verður seinasta Morgunkaffi fyri vetrarhálvuna.

Tá byrja vit kl. 11.00 og eru liðug áleið kl. 13.00.

Streingjakórið kemur at syngja fyri okkum, og prestanir Jákup R. Petersen og Ovi Brim, koma at hugleiða um evni “tá ið eg verði gamal – kirkjan og tey eldru”.
Andrea á Regni Højgaard og Beinta Petersen koma at spæla nøkur løg á cello og klaver.

Hetta er seinasta ferð í vetur, tí bjóða vit ein góðan døgverðabita. Í hesum sambandi er neyðugt at tekna seg.

Tekningin fer fram á tlf. 225836 ella 220398. Seinasta freist er í morgin.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi