Útferð í morgin.

So er tað í morgin at missiónshúsið ferð úrferð.

Vit møtast kl. 14.00 í missiónshúsinum, og síðani gongur leiðin til Selatraðar.

Á Selatrað fara vit at hoyra úr Bíbliuni, sum Jóna Hansen kemur at siga frá. Vit fara eisini at syngja saman.

Vit hava matpakka og drekka við sjálvi. Nakrar gass grillir verða til taks, so møguleiki er at grilla sær eina pylsu/búff, ella hvat man hevur hug til :).

Veðri sær lovandi út, so við vóna og biða eftir at vit sum meinigheid fáa ein góða dag saman á Selatrað.

Vit síggjast 2. Hvítusunnudag kl. 14.00 í missiónshúsinum. Hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.