Hjálp til Ukraina

Til møti í dag, fingu vit at hoyra um hjálpararbeiði sum blívur gjørt í Ukraina, av Sergey Lysak og øðrum. Har kunnaði hann eisini um at møguleiki var at hjálpa, við at geva eina gávu.

Hervið skullu vit upplýsa konto nummar sum møguleiki er at flyta á.

Konto nummari er: 9181-133.371.4 í Betri banka.

Eigarin av kontoni er Fríkirkjan Oasan, sum so sendur peningin víðari til Ukraina.

Tað er møguleiki at geva til tvey ymisk endamál. Tað kann gerast við at viðmerkja á flytingina:
“Ukraina” – tá fer peningurin óskerdur til ymiska hjálp í Ukarina.
“Ukraina hús” – tá fer peningurin óskerdur til keypa av mobil (bingju) húsum.

Takk fyri tað sum givið verður.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.