Podas logo

Sunnudagsskúli og møti

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um hvussu tað gekst Ísraels fólki, tá ið tey gingu ígjøgnum oyðumørkina. Í morgin fara vit at hoyra um koparormin, sum Móses gjørdi fyri at bjarga Ísraels fólki.

Til møti kemur Podas 2 holdi at hava møti. Podas 2 samlast hvørt mánakvøld í missiónshúsinum, til undirvísing.

Á møtinum koma vit at hoyra 2 vitnisburðar, umframt at vit eisini koma at hoyra um Podas, og tað undirvísing Podas bjóðar út.

Tað er fyrst sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.