Útimøti sunnudagin

Komandi sunnudag, 27. august kl. 14.00, verður møtið og sunnudagsskúlin í Tabor, fluttur oman á keiøkið. Fyrr hava vit havt møtið við egningarskúrarnar, men hesuferð hava vit valt at flyta tað á økið millum Undirhúsið og MC húsið.

Vit koma at hoyra tveir vitnisburðar, spurnarkapping fyri tey smærru, so koma vit sjálvandi at syngja saman.

Eftir at tann andaligi parturin er liðugur, verður drekkamuður at fáa.

Øll eru vælkomin til tiltakið!

Onnur tíðindi