Møti og sunnudagsskúli, eingin frokostur.

Møti og sunnudagsskúli vera í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra meira úr Gamla Testamenti. Vit fara at fylgja Jákupi, og hvat hann kom at uppliva á síni ferð.

Á møtinum kemur Torleif Johannesen at boða Guðs orð til okkara.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Av tí at ein serlig guðstænasta er í morgin, har Sverri Steinhólm verður innsettur sum diakon prestur, bjóðar kirkjan til drekkamunn aftaná guðstænastuna.
Av hesi grund hevur stýrið tikið avgerð um at avlýsa frokostin í morgin.

Onnur tíðindi