Barnaringurin avslutning.
Í morgin hevur útimissións barnaringurin avslutning fyri hetta hálvári.
Hesaferð verur tað eitt sindur øðrvísi.
Børnini møti til vanliga tíð kl. 17.30, men í staðin fyri at byrja í salinum, so byrja tey beinavegin við at gera tað kreativa arbeiði.
So kl. 18.30, verða foreldur og avvarandi bjóða. Tá verður byrja uppi í salinum. Har koma vit at hoyra barnakórið syngja, hoyra Guðs orð, og fáa heilsanir frá trúboðarum.
Eftir løtuna í salinum, verður bjóða til ein drekkamunn, har børnini fáa tingini sum tey hava gjørt í vetur.
Tað verður eingin burturluting, men møguleiki er at geva eina gávur til arbeiði hjá barnaringinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.