andakt bók

Andagt – Neistin

”Eitt træ kann verða til eina million svávulpinnar. Ein svávulpinnnur kann seta eld á eina millión av trøum.” Hvussu kann ein einasti svávulpinnur gera alt hetta? Svarið fáa vit í eini lítlari norskari yrking:

Den havde gnisten, se det er tingen,
der er så mange, som har slet ingen.

 Ein unglingi, sum hevur neistan í sær, hevur fingið nakað serligt – ein, sum hevur tað rætta handalagið. Slík fáa nakað av skafti í hesum heimi. Mong eru so lin, at tey eisini taka dirvið frá øðrum ístaðin fyri at gera tey íðin.

Tann, sum livir í Jesusi, fær neistan, tí Jesus er ljós heimsins. Hann sigur um seg sjálvan: ”Eld eri eg komin at kasta á jørðina” (Luk. 12.49). Tí segði hann eisini um tey, sum fylgdu honum: ”Tit eru ljós heimsins” (Matt. 5,14)

Tann kendi talarin, C.H. Spurgeon, segði einaferð: ”Eg virði lítið um tín átrúna, um hann ikki sæst. Lampur tosa ikki, tær lýsa. Ein viti spælir ikki trummu og gevur eingi ljóð frá sær, og hóast tað fara vinaligu ljós hansara yvir sjógvin og vegleiða sjófólkið. Latið tí gerningar tykkara lýsa.”

Eru vit ikki ein viti, so kunnu vit verða eitt lítið ljós. Bara vit eiga neistan í okkum, so lýsa vit. Og neistan má Jesus tendra. Læra vit Jesus væl at kenna, so brenna vit eisini eftir at fylgja honum og tæna honum.

Úr andgtsbókini ”Neistin”
eftir Erling Ruud

Similar Posts