Missiónsvikan – hósdagur.

Í ár byrjar føstan so mikið tíðuliga, at hon kemur inn í missiónsvikuna hjá okkum.

So í kvøld verður einki møti í missiónshúsinum, men vit vísa til føstuguðstænastuna í Fríðrikskirkjuni kl. 20.00.

Til føstuguðstænastuna kemur danin Erik Holmgaard, sum er komin til Føroyar fyri at virka við á missiónsvikuni, at tala. Hann kemur at tala yvir evni “hvussu hevur tú tað við syndini?”

Tað verður eisini sangur til føstuguðstænastuna, og vera tað syskini Mikkelsen av Skála sum koma at syngja.

Eftir føstuguðstænastuna, verður ein drekkamunnur at fáa í missiónshúsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til føstuguðstænastu í kvøld kl. 20.00.

Similar Posts