Útimissións Barnaringurin avslutning.
Í morgin hevur Útimissións barnarningurin avslutning fyri henda veturin.
Byrja verður við døgverða kl. 17.00. Síðani verður møguleiki at keypa teir lutir sum børnini hava gjørt í vetur, umframt at keypa lutaseðlar til burturlutanina.
kl. 18.00 fara vit upp í salin, har barnakórið kemur at syngja, og Elly og Suni Justinussen koma at greiða frá einum túri, tey sum familja gjørdu til Kambodja.
Kl. 19.00 fara vit aftur niður í kjallaran til ein drekkamunn og burturlutan.
Í samband við burturlutanina, tekur barnaringurin við tøkk ímóti lutum.
Allur peningurin sum kemur inn, fer til útimissiónsarbeiði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.