Arbeiðsdagur í Nesvík.

Arbeiðsdagur verður í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 8 juni.

Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.

Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til sigvald@mission.fo ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á facebook.

Eitt gott húgsskot er eisini at koyra saman, so sparast kann uppá bensini.

Onnur tíðindi