Lena Joensen 100 ár.

Hósdagin 27. juni 2024 fyllir Malena Regina Joensen, vanliga rópt Lena 100 ár.
Her frá Tabor skal ljóða eitt hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Samstundis skal ljóða ein hjartans tøkk fyri trúgva tænastu í Guds ríkis arbeiði, gjøgnum eitt langt og virki lív.

Stutt eftir fermingina gjørdist Lena virkin í sunnudagsskúlanum og í bindimøtinum, samstundis sum hon byrjaði alment at vitnað um Jesus, frelsara sín.
Lena hevur verið sera virkin í missiónsarbeiðinum á Toftum, við at luttaka í sunnudagsskúla, bindimøtið/sjómanskvinnuringi, streingjakórinum, í stýrinum fyri Tabor. Eisini hevur hon verið trúgv at luttaka á bíbliutímum, á møtum og gudstænastum, so leingi heilsan loyvdi tí.

Tabor ynskir tygum ein góðan føðingardag og Guds ríku signing yvir lívskvøldið.
Bíbliuorðið, knýtt verður til hesa heilsan er frá Hebrearabrævinum 13,7-8:

“-Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir-“

Eisini liggur ein grein á Trúboðin.fo um Lenu. Hon kann lesast her.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.