Einki ungdómsmøti hjá okkum – men í Nesvík
Einki ungdómsmøti verður í missiónshúsinum í kvøld. Men víst verður til Felagsungdómsmøti sum verður í Nesvík kl. 21.00 í kvøld.
Felagsungdómsmøti er í samand við at Bíbliuskeið er í Nesvík hetta vikuskifti.
Á ungdómsmøtinum, sum byrja kl. 21.00, kemur Signar á Reynatrøð at tala yvir evni “Jesus gevur frímóð og dirvi”. Eisini kemur Elly Justinusen at syngja.
Eftir ungdómsmøti verður pizza at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkmomin til Nesvíkar í kvøld kl. 21.00.