Møti, sunnudagsskúli og frokost.

Í morgin er aftur sunnudagur, og verður møti og sunnudagsskúli sum vanligt.

Men í morgin byrjar frokosturin aftur. So vit samlast í missiónshúsinum, longu um 12.30 tíðina, til frokost, har vit hvør sær hava okkurt við, meðan missiónshúsið bjóðar breyð og te/kaffi.

Kl. 14.00 byrja møti og sunnudagsskúlin. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra, um einkjuna, sum átti ein son, men sum doyði. Men so kom Jesus framvið.

Á møtinum fáa vit vitjan úr Leirvík. Tað verður Signar á Reynatrøð sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.