Møti í morgin
Stórmøtir hjá Heimamissiónini eru í skúlanum á Fløtum, í Havn, hetta vikuskift.
Missiónshúsið verður opið í morgin kl. 14.00, har vit koma at hava eina løtu saman um Guðs orð og sang.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað verður eingin sunnudagsskúli í morgin, men víst verður til Simba-hitt kl. 15.00, í samband við stórmøtini.