Dekratión

Dekratiónskvøld í morgin.

Í morgin verður tað árliga dekratiónskvøldið, sum tey ungu skipa fyri í missiónshúsinum.

Byrja verður kl. 16.00 við at gera allar dekratióninar klárar. Um 19’tíðina verða vit býtt í bólkar, og fara so runt í bygdum okkara, at vitja tey eldru.

Tá ið øll eru komi aftur í missiónshúsið, verður ein góður drekkamunnur at fáa, og eisini fara vit at hava eina burturlutan.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.