Frokost, sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Men vit byrja longu kl. 12.30 við frokost.
Hvør sær hava vit okkur pálegg við, og restina kemur missiónshúsið við. Tó er hetta ikki nakað krav fyri at koma til frokost. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á sunnudagsskúlanum, fara vit at hoyra um, tá ið Jesus varð úti í oyðimørkini og helt føstu, og har hann bleiv freistaður av Djevlinum.

Á møtinum kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til frokost, sunnudagsskúla og møti.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.