Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 10.00, við einum góðum morgunmati.

Síðani syngja vit saman, hoyra Guðs orð, og fáa onkra áhugaverda frásøgn.

Í morgin fáa vit vitjan av Hans Petur Jacobsen av Strondum, sum kemur at greiða frá arbeiðinum sum missiónsfelagssapurin Tæn Afrika ger. Eisini kemur hann at siga frá einum túr, sum Tæn Afrika gjørdi til Ethiopia fyrr í ár.
Møguleiki verður at geva eina gávu til arbeiði hjá Tæn Afrika.

Morgun kaffi endar kl. 12.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.