Útferð og sangmøti

Í gjár, 19. mai var Taborkórið á Toftum útferð. Útferðin var avtala fyri vikum síðani og tí var tað sera heppi, at veðrið gjørdist so gott. Útferðin var eitt slag av enda á vetrarskránni.
Bussur fór frá Tabor og koyrdi kórið, og familjur teirra inn til Fuglafjarðar. Har savnaður øll, sum ætlaðu sær at ganga til Hellurnar.

“Faðir fylg mær henda dag”
 Klokkan uml.17.45 gekk leiðin niðan um bøgarðarnar. Fyrst var kunning og bøn fyri túrinum. So var sungið: Faðir fylg mær henda dag” og kósin sett niðan brekkuna.
Avtala var, at tey sum orkaðu væl at ganga og sum ætlaðu sær upp á Altari, sum er hægst uppi á Rustartindi, ið er 484 metrar høgur, skuldu ganga undan. Tá tekur túrurin umleið hálvan tíma longri. Umleið helvtin av kórinum vildi niðan á Altari. Sólin skein og turt hevur verið í eina góða viku, so gott var at ganga.
Stytstu leið tekur túrurin frá Fuglafirði til Hellurnar umleið ein tíma hjá fólkið, sum orka væl at ganga.
Komin niðan á Altari var steðga á. Drekkamunnurin skuldi njótast og tey flestu nýttu høvi at ganga runt og taka myndir í góðveðrinum.

Góð grilla máltíð.
So var leiðin undanbrekku heilt oman á Hellurnar. Eitt sindur bratt var í støðum, men tað gekk væl og øll komu oman í øllum góðum. Hin helvtin av kórinum hevði gingið stytstu leið, sum er um skarið, og vóru komin til Hellurnar áðrenn tey sum vitjaðu uppi á Altarinum.

Fólk í kórinum og onnur vóru farið undan við bilum og høvdu gjørt klárt at grilla mat uttanfyri húsini hjá Kjartan og Andreu. Fólk vóru svong, so matur og drekka kom væl við.
So vóru sangheftir býtt út og ljóðførini við hátalarum rigga til.
Missiónshúsið Tabor og onnur høvdu lýst við sangløtu á Hellunum. Tað var sera hugaligt at síggja, at mong vóru møtt upp, bæði úr bygdum og býum. Samanlagt vóru tað umleið 95 fólk til løtuna.

Sangløta
Fyrst vóru nakrir felagssangir sungnir, sum rungaði millum húsini. So hevði Torleif andakt. Síðani sang Taborkórið nakrar sangir, áðrenn øll vóru bjóðað til góðan drekkamunn við ymiskum leskiligum afturvið.  
Fleiri hildu, at bæði gongutúrurin og sangløtan vóru frálík, og nógv var góða veðrinum fyri at takka. Samstundis fekk Gud eisini tøkk, tí ein av sangunum kórið sang var:  
“Guds kærleiki so stórur er, eg aldri heilt kann fata.
 Eitt offur stórt sín einkarson, í deyðan vildi lata”…

Onnur tíðindi