Ein góður arbeiðsdagur.
Leygardagin 24 mai, var tann árligi arbeiðsdagurin í missiónshúsinum.
Dagurin byrjaði kl. 9.00, við einum góðum morgunmati. Síðani hevði formaðurin, Janus eina andagt fyri okkum, áðrenn tær ymisku uppgávunar blivu býttar út.
Veðri var ikki av tí besta, so tað sum vit vanliga gera úti, bleiv ikki gjørt henda dagin. Men tó var nokk at takast við innandura, og allar hendur vóru í sving.
Á middegi var bjóða døgverða, ja, næstan ein jóladøgvera, við góðari desert. Síðani helt arbeiði fram til áleið kl. 16.00.
Sýrið takkar øllum sum tóku lut í arbeiðsdegnum, við bøn um Guðs signing yvir alt tað arbeiði sum er, og gongur út frá okkara missiónshúsið.
Her eru nakrar myndir frá degnum.