Møti, sunnudagsskúli og frokost.

Í morgin byrja vit longu kl. 12.30, tá er frokostur á skránni.
Hesaferð er ikki neyðugt at taka mat við sjálvi, tí vit eiga nógvan mat í boksini, sum vit borðreið við í morgin.

Sunnudagsskúli og møti byrja kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus bleiv tikin upp til Himmals. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.

Møti kemur Tabor kórið at standa fyri. Tey koma at syngja fyri okkum, og boða Guðs orð.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til frokost og møti/sunnudagsskúla.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.