Hvítusunnudagur – møti/sunnudagsskúli kl. 14.00

Í morgin er Hvítusunnudagur, og verður møti og sunnudagsskúli kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um Hvítusunnuna, og hvat uppgávur Heilagi Andin hevur millum okkum.

Møti koma tey ungu at hava. Beinir Langaard, kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Eisini koma vit at hava innsavnan til Føroyska Bíbliufelagið. Tann nýggja Bíbliu týðingin er á gáttini, og verður innsavnanin brúkt til tað. Meira kann lesast um Bíbliufelagið her.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.