útferð 6 juni 2022 - Selatrað

Útferð sunnudagin.

Ætlanin er at skipa fyri eini útferð sunnudagin. Tað verður ein útferð fyri alla meinigheitina.

Eftir veðurforsøgnini til sunnudagin, hava vit tikið avgerð um, at fara ein túr á sandin í Syðrugøtu.
Vit møtast við missiónshúsið kl. 14.00, og koyra so í bilum inn til Syðrugøtu.

Vit mugu hvør sær hava mat við, men grillir verða tøkar, so møguleiki er at grilla.

Eisini er skynsamt at hava okkurt at sita á. Okkurt undirlag ella stól.

Nógv er á skránni til útferðina. Jóna Hansen kemur at hava bíbliusøgu til okkara. Vit fara at hoyra Petur Hans Hansen við bólki, syngja fyri okkum, umframt at vit eisini fara at syngja saman.

Vónandi kemur veðurforsøgnin at halda, so vit fáa eina vælsignaða útferð.

Øll eru hjartaliga vælkomin við.

Um broyting kemur í, kunna vit her á heimasíðuni og á Facebook.

Onnur tíðindi