Frokost, møti og sunnudagsskúli.

Í morgin er nógv á skránni.
Vit byrja dagin kl. 12.30 við at hava frokost saman.
Hvør hevur eitt sindur av pálegg við. Breyð, kaffi og the, tekur missiónshúsið sær av.

Kl. 14.00 er møti og sunnudagsskúli.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um smádreingin sum hevði ein matpakka við sær, og hvat Jesus kundi gera við henda matpakka.

Á møtinum fáa vit danska vitjan. Tað er forstandarin á DBI, Hernik Nymann Eriksen. Hann kemur at tala Guðs orð til okkara, og eisin kemur hann at kunna um arbeiði hjá DBI.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

P.s.: DBI stendur fyri Dansk Bibel-Institut. DBI er ein sjálvstøðigur skúli, sum byggir á Guðs orð, og sum lærir okkara komandi bíbliutrúgvu prestar upp.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.