Frokost, møti og sunnudagsskúli.

Í morgin byrja vit við frokost kl 12.30, ella tá ið guðstænastan er liðug. Møti og sunnudagsskúli byrja kl. 14.00

Á sunnudagsskúlanum hoyra vit víðari útfrá okkara trúðarjáttan. Í morgin er tað yvirskriftin “Jesus – pínslaður, krossfestur og risin upp”. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.

Á møtinum koma vit at hoyra 3 vitnisburðar. Eisini koma vit at syngja saman.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Onnur tíðindi