Taborkórið 25 ár.

Sunnudagin 19 oktobur, hátíðarhildu vit í missiónshúsinum, at tað vóru gingin 25 ár síðani Taborkórið bleiv sett á stovn.

Hetta bleiv hátíðarhildi, við einum sangmøti, har Taborkórið var í miðdeplinum.
Kórið sang einar 6-8 sangir fyri einum fullsettum sali, umframt at fleiri felagssangir eisini blivu sungnir.

Eisini vildu vit sum meinigheit, bera Taborkórinum eina hjartans tøkk fyri hesi 25 árini, har tey hava ríka okkara meinigheit við sínum sangi, og ikki bara okkara meinigheit, men tey hava øll hesi árini, ferðast runt okkara land, við sínum sangi.

Formaðurin Janus Thomsen, segði nøkur orð. Eisini fingur Jónhild og Andrea eina gávu frá meinigheitini sum tøkk fyri teirra stóra arbeiði við Taborkórinum.

Taborkórið kemur at hava eina konsert í Fríðrikskirkjuni tann 30 oktober kl. 19.00, sum eisini er í samband við teirra 25 ára hátíðarhald.
Har er øll hjartaliga vælkomin.

Her eru nakrar myndir frá møtinum sunnudagin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.