Frokost, møti og sunnudagsskúli – einki familjumøti

Í morgin byrja vit við frokost kl. 12.30. Vit hava hvør í sínum lagi, okkurt pálegg við, og missiónshúsið bjóðar breyð og kaffi/the.

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00. Tað bleiv lýst við Familjumøti, men vegna eina misskiljing, mugu vit útseta Familjumøti hesaferð.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tær 10 brúðarmoyggjanar. Har allar høvdu gjørt seg klárar til at møta brúðgomminum, sum er mynd uppá Jesus, men tá ið brúðgommurin kom, vóru bara 5 klárar.

Á møtinum fáa vit vitjan av Anders Landkildehus. Anders arbeiðir hjá Norea Medie Mission. Hetta er ein felagsskapur, sum boðar gleðiboðskapin umvegis radio, sjónvarp og internet, bæði í Danmark men eisini international. Eisini hava tey eitt samstarv við Sat7, sum er væl kent í sunnudagsskúlanum hjá okkum.
Anders kemur bæði at boða Guðs orð fyri okkum, og at greiða frá arbeiðinum hjá Norea Media Mission.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi