Í annaðkvøld verður tað árliga dekratiónskvøldi, sum tey ungu skipa fyri.
Byrja verður longu kl. 16.00 við at gera allar dekratóninar klárar. Kl. 19.00 er ætlanin at fara út til tey eldru í bygdum okkara, men áðrenn tað, kemur Janus Thomsen at hava eina andagt fyri okkum, og síðani verða vit deild uppí bólkar, sum so fáa nøkur hús í part, at vitja.
Tá ið vit koma aftur í missiónshúsið, fáa vit ein jóla-drekkamunn, við mandligávu. Eisini fara vit at hava eina burturlutan til frama fyri ungdómsarbeiðið.
Øll eru hjartaliga vælkomin, at hjálpa til í annaðkvøld, bæði við at gera dekratónir, og at vitja okkara eldru.

