Í morgin er sunnudagur millum jóla og nýggjárs.
Í missiónshúsinum verður sunnudagsskúli kl. 14.00 og Jólafest fyri teimum vaksnu kl. 18.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um vísmenninar, sum komu frá eysturlondum, tí at teir ynsktu at tilbiða Jesus. Eisini syngja vit saman og hoyra søgu.
Sunnudagsskúlin í morgin er uppi í salinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin á sunnudagsskúla.
Jólafestini byrja kl. 18.00.
Til fyrra hálvleik av festini, fara vit at fáa eina andagt frá Hugo L. Hansen, Gadders kemur at syngja fyri okkum, umframt at vit koma at syngja saman.
Síðani verður ein góður náttverða biti og drekka at fáa, fyri síðani at fara til tann “lættara” partin, sum tey ungu standa fyri.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Jólafest.

