Í morgin kl. 10.00 byrjar Morgun kaffi aftur í tí nýggja árinum.
Vit byrja kl. 10.00 og eru liðug áleið kl. 12.00.
Vit hugna okkum saman. Byrja við einum góðum morgunmati, syngja saman, hoyra Guðs orð, og onkur kemur at greiða frá.
Í morgin fáa vit vitjan av Janusi Jensen sum, við orðum og filmi, kemur at siga frá søguni hjá flakavirkinum Nyki á Toftum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

